Festivalárstíðin byrjar av álvara í dag.
Seinnapartin byrjar tann fyrsti av summarins stóru festivalum, tá Sørvágs Country & Blues Festivalur verður skotin ígongd.
Hetta er 13. ferð, at sørvingar bjóða til festival á Dungasandi. Síðani byrjanina í 2012 eru umstøðurnar á festivaløkinum heilt nógv batnaðar. Ikki minst er gamla dansistovan og biografurin við Kirkjuánna settur í stand, og er ein týðandi partur av festivalinum, men nú meira vælvirkandi og innbjóðandi.
Eisini er hugnaliga miðstaðarøkið á Stakka støðugt betrað, og eisini økið á sandoyrini, Breiðagras kallað, ment seg til at vera kanska tað best vælegnaða plássið til kamping- og húsvagnar í Føroyum yvirhøvur.
Festivalurin byrjaði við siðbundna hugnakvøldinum virð eldri og pensjónistar í fimleikahøllini í Sørvágs skúla týskvøldið, har Jørgen Niclasen syrgdi fyri hugnaligum stemningi og góðum tónleiki.
Í gjárkvøldið varð so smátt byrjað á festivaløkinum við barnatiltaki, matsølu, kviss og felagssangi.
Ragnar í Vík leggur fyri
Sjálvur Søvágs Country & Bluesfestivalur verður skotin ígongd klokkan 18.45, tá Helena H. Guttesen, bygdarráðslimur og forkvinna í trivnaðarnevndini hjá kommununi setir festivalin. Síðan verður farið í gongd við tónleikin.
Og fyrsti maður á palli í kvøld er ein legenda innan føroyskan countrytónleik, nevniliga Ragnar í Vík. Maðurin, sum gjørdi nakað so sjáldsamt í nítiárunum, sum at koma við eini gónleikaútgávu við føroyskum tónleikarum, men einans við Hank Williams sangum. “The Silence of a fallen Star – Ragnar sings Hank Williams” var fyrsta veruliga countryútgáva í føroysku tónleikasøguni.
Eftir eitt drúgt lív á føroyska tónleikapallinum mátti Ragnar fyri fleiri árum síðani av heilsuávum gevast sum aktivur ferðandi tónleikari. Men hann er nú so mikið birgur aftur, at hann er farin at spæla ‘live’ aftur.
Hann var við á fyrsta countryfestivalinum í Sørvági, og nú er hann við aftur. Konsertin við Ragnari í Vík verður á Stakkapallinum og byrjar klokkan 19.
Ray Scott úr Nashville
Sum vanligt hevur festivalurin í Sørvági tvey útlendsk høvuðsnøvn við. Høvuðsnavnið í kvøld er Ray Scott, sum er komin úr Nashville við sínum tónleikarum til Sørvágs at spæla country.
Ray Scott er upprunaliga úr North Carolina, hevur givið sjey heildarútgávur síðani 2005. Tann fyrsta útgávan var á einum av stóru plátufeløgunum, men tað samstarvið slitnaði, og síðan eru útgávurnar komnar á minni óheftum útgávufelag.
Tann seinasta er “Billboards & Brake Lights” frá 2023, við 13 vælljómandi countrysangum, sum hann allir sjálvur hevur skrivað.
Fekk rættiliga góð ummæli. Virdi country-miðilin 'Saving Country Music' skrivaði soleiðis um Ray Scott í sambandi við ummæli av nýggjastu útgávu hansara: "Ray Scott er is one of those country artists who feels super popular and completely unknown all at the same time. Those who know him swear by his music. For those just discovering him, Billboards & Brake Lights will be all you need to hear to believe he’s one of this generation’s greatest singers and songwriters who deserves significantly more attention."
Hin gesturin í Sørvági í ár er Robert Mizzell, sum trínur Dungapall í annaðkvøld. Hann er úr USA, men hevur – síðani hann búsettist í Írlandi fyri nógvum árum síðani – ment seg til ein av best umtóktu countrysangarunum har á landi.
Skráin á countryfestivalinum í kvøld er:
Kl. 19: Ragnar í Vík (Stakkapallur)
Kl. 20: Blátt Gras (Dungapallur)
Kl. 21: Magni Christiansen (Stakkapallur)
Kl. 22: Ray Scott (Dungapallur)
Kl. 23.15: Ólavur á Váli (Stakkapallur)
Kl. 00.15: SørVings (Dungapallur)
Kl. 01.15: Marianna Winther (Stakkapallur)
Kl. 02.15: Danny & the Veetos (Dungapallur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald