Mentan

Klassisk advents-/jólakonsert í Gøtu kirkju fríggjakvøldið

Dugnaligir ungir danskir tónleikarar á vitjan

2019-12-05 08:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein klaver- og violin duett, gevur eina heilt serliga samanrenning – klangurin frá teimum báðum ljóðførunum, verður sameindur í einum kraftmiklum samanspæli. Tveir danskir tónleikarar, sum báði eru lesandi á solistklassanum á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum, spæla ein lítlan part av tí ovursmikla tónleikatilfarinum, ið finst fyri hesi bæði ljóðførini.

Teir báðir, violinleikarin Kern Westerberg og klaverleikarin Ramez Mhaanna, hava báðir móttikið eina røð av viðurkenningum, t.d. Sonning Talentpris og vunnið Berlingske Tidernes klassisku tónleikakapping.

Báðir hava teir eitt virkið konsertlív, sum kamartónleikarar og solistar, bæði í Danmark og í útlondum, t.d. Rusland og Kina. Teir hava báðir fingið undirvísing frá nøkrum av mest kendu lærarum innan klassiskan tónleik, nevniliga Leonid Kavakos og Andras Schiff.

Á skránni í Gøtu kirkju fríggjakvøldið 6. des. kl. 19, eru tvær sonatir í fokus. Tann sjáldsama Sonata nr. 2 av Beethoven, ið er bæði humoristisk og ferðmikil. Í mótsetning til hana spæla teir eisini eina dragandi og vøkru sonatuna av Debussy.

Víðari eru eisini solostykkir á skránni, millum annað av Bach og Prokofiev.

Og nú vit nærkast jólum, er sjálvandid eisini gjørt pláss til nøkur jólaverk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder