Týsdagin 19. juli kl. 20.00 verður klassisk konsert í Stranda skúla við Cinthia González, Bjarna Berg og Jóhannes Andreasen.
Hetta skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari.
- Cinthia González er fødd í Kili, og eftir loknan lestur í tónleiki frá Lærda Háskúlan í Talca, flutti hon til Føroyar í 2017. Her syngur hon í kóri, hon er vokalcoach og spælir konsertir sum solistur. Hon er eisini dirigentur og sopran í vokalensemblinum Silvitni.
Á konsertini fer Cinthia at syngja við fylgispæli frá klarinettleikaranum Bjarna Berg, sum er útbúgvin frá konservatoriinum í Reykjavík. Hann hevur spælt saman við fleiri symfoniorkestrum og spælt kamartónleik í ymiskum ensemblum. Í løtuni undirvísir hann í klarinett á Tórshavnar Musikkskúla.
Cinthia og Bjarni fara at framføra føroyskan samtíðartónleik og altjóða tónleik við klaverfylgispæli av Jóhannes Andreasen.
Konsertin, sum er fyriskipa av Summartónum og Sjóvar kommunu, verður í nýumvældu forhøllini í Stranda skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald