Triðja árið á rað vísir Kringvarp Føroya ein teknifilm á føroyskum í biografinum. Hesa ferð er tað væl kenda søgan, sum Thorbjørn Egner hevur teknað og skrivað um Fólkini og dólgarnar í Kardamummubýnum.
Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, Løkshøll og SALT. Fyrsta sýningin verður 8. oktober í Havnar Bio, skrivar Kringvarp Føroya í tíðindaskrivi.
– Nú eiga vit sostatt tríggjar teknifilmar á føroyskum til føroysk børn og barnsligar sálir – hinir báðir eru Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og Palli Halaleysi.
– Søgan er væl kend, flest okkara kenna sangirnar, sum eru við, og duga teir. Í 1961 var søgan gjørd til útvarpsleik í barnaútvarpinum, og fleiri ferðir er hon spæld sum sjónleikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald