Mentan

Klettar eru høgir...

Bárður Jákupsson hevur framsýningar í MEST og Steinprenti

2019-05-09 06:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 11.mai lata ikki minni enn tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Havn. Tann eina framsýningin við stórum og smærri oljumálningum letur upp í Listahøllini á Skipasmiðjuni MEST klokkan 15, og ein tíma seinni letur ein framsýning við vatnlitamyndum upp í Steinprenti.

–“Klettar eru høgir/ mýggjabitar smáir” yrkti Hans Andrias Djurhuus og á sama hátt fevnir myndaheimurin hjá Bárði Jákupsson bæði yndisligt og stórbært í rokmiklum tulkingum av fjøllum, klettum og stillisligum sólskygdum løtum í haga. Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at listamaðurin gongur í fjøllunum og leitar eftir myndevnum. Tað er ikki neyðugt, tí tað eru upplivingar frá ungum árum, ið hava fest seg í hansara sinni, sum eru grundarlag undir hansara abstraktu kompositiónum. Tá Bárður fekk ta stóru mentanarvirðislønina frá almennu Føroyum varð dentur lagdur á fjølbroytnið í hansara listarliga arbeiði. Tí umframt oljumálningar og vatnlitamyndir, hevur Bárður eisini fingist við at myndprýða bøkur og at miðla føroyska list, ikki minst.

Listamaðurin hevur greitt frá, at hansara myndir eru grundaðar á upplivingar, hann hevur havt í føroysku náttúruni – “hetta er ikki nakað eg síggi, men nakað eg sá" hevur hann einaferð sagt á eini upplating, tá hann greiddi frá, at hann sum heilt ungur staddur í báti upplivdi at vera meira hugtikin av sjónini av tindunum í erva enn av sjónum í neðra. Hann heldur sjálvur, at onkur av hesum upplivingum situr eftir í hansara málningum.

Myndirnar hjá Bárði Jákupsson tykjast bæði villar og stillar. - Hetta er Bárður, sum vit kenna hann, tann ekspressivi og eruptivi koloristurin við teimum eyðkendu, dekorativt, hurlandi M-strokunum ella tindaskapunum og koloristisku kompositiónunum, ið eru bygdar upp av fýrisligum, rútmiskum slengrum. Hetta eru fjallavisiónirnar hjá Bárði við eyri og seyri, við slettum og blettum, við lýsandi ólikamligum ljósi og gruggutum jørðildi – alt í einum hugtakandi andarisi.

- STEINPRENT

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder