2024-06-26 10:21
Ein stórur klettur datt í gjárkvøldið oman á Tjørnuvíkarvegin. Løgreglan fekk fráboðanina um átta tíðina í gjárkvøldið.
Eingin fekk skaða av hendingini.
Landsverk var boðsent at rudda vegin.
Síðani fjørsummar hevur verið arbeitt við at fyrireika arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar. Eftir ætlan verður fyrsta skotið latið av fyri ársskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald