Innanlands

Klipp fyri at nýta handhildna telefon

Tilsamans sjey bilførarar fingu klipp í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-15 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi fingu fimm bilførarar klipp fyri at nýta handhildna telefon.

Tveir vórðu tiknir í økinum kring Runavík fyrrapartin, og tríggir vórðu tiknir á Stangavegnum í Klaksvík um middagsleitið.

Á Stangavegnum er umfatandi vegarbeiði í gongd, og tí er vegurin einsrættaður suðureftir. Tað eru tó ikki øll, ið virða hetta, og í gjár fingu tveir bilførarar eisini klipp fyri at koyra ímóti einsrættaðu ferðsluni.

Arbeiðið á Stangavegnum, sum byrjaði fyrst í mai, skuldi taka nakrar vikur. Arbeiðið lá stilt í eina tíð orsakað av verkfallinum, men tað er nú tikið uppaftur, boðaði Klaksvíkar kommuna frá í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder