Innanlands

Klipp fyri at yvirhála í Eysturoyartunlinum

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt, og tveir vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-12 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint í gjárkvøldið fekk løgreglan tvær fráboðanir frá bilførarum um, at teir vórðu blivnir yvirhálaðir inni í Eysturoyartunlinum.

Talan var um sama bil. Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, sum hevði yvirhálað, og hann fekk tvey klipp fyri at hava yvirhálað inni í einum tunli - eitt klipp fyri hvørja yvirháling.

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna ymsastaðni í landinum, og í hesum sambandi varð ein bilførari í Streymoynni tikin fyri at koyra 102 kilometrar um tíman. Eisini varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og í Suðuroynni varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder