Mentan

Klippfisk skipar aftur fyri 48 tíma filmskapping

Vinnarafilmurin verður vístur á Geytakvøldinum í Norðurlandahúsinum

Onki krav er til útgerð - telefon kann brúkast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Onki krav er til útgerð - telefon kann brúkast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-13 13:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klippfisk skipar aftur í ár fyri filmskapping á Glasi í Havn 29. november- 1. desember. Filmskappingin er fyri øll - roynd og óroynd, ung sum eldri. Tað er ókeypis at luttaka og vinningurin er 10.000 krónur.

Harumframt verður vinnarafilmurin sýndur til Geytakvøldið í Norðurlandahúsinum.

Fríggjakvøldið 29. november kl. 18 verður evnið fyri kappingina avdúkað á Glasi í Havn. Luttakararnir hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Tað er møguligt at nýta tilskilaða útgerð og hølir á Glasi alt vikuskiftið til eitt nú at arbeiða við filmshugskotinum og klippa filmin.

Tey, sum ikki hava møguleika fyri at vera á staðnum, kunnu luttaka við at fáa evnið sendandi.

Allir filmarnir í kappingini, verða sýndir á Glasi mánakvøldið 2. desember, har vinnarin eisini verður avdúkaður. Longdin á filminum skal í mesta lagi vera 4 minuttir.

Onki krav er til útgerð. Filmurin kann takast upp við bæði fartelefon og fínari upptøkutólum. Meldast skal til hjá Klipfisk, og tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 21. november kl. 20.

Tveir filmar frá filmskappingini í fjør vórðu tilnevndir til Geytan 2019.

Vinnarafilmurin í fjør sæst her:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder