Innanlands

Klokkan skal flytast í nátt

Í nátt verður aftur skift yvir til summartíð, og sostatt missa vit ein tíma

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-27 17:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru vit komin til seinasta vikuskifti í mars mánað, og sostatt er tað aftur tíð til at flyta klokkuna yvir til summartíð.

Hetta merkir, at tá klokkan verður eitt í nátt, skal hon flytast ein tíma fram, og sostatt missa vit ein tíma í nátt.

Summartíð hevur verið brúkt í Føroyum síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars.

Summartíðin er galdandi til seinasta sunnudag í oktober, tá klokkan aftur verður flutt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder