2024-03-30 15:38
Í nátt fara vit aftur yvir til summartíð.
Hetta merkir, at klokkan eitt í nátt skal klokkan flytast ein tíma fram, og missa vit sostatt ein tíma í nátt.
Summartíð hevur verið brúkt í Føroyum síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars, og tað er í morgin.
Summartíðin er galdandi til 27. oktober, tá klokkan verður flutt aftur.
Kjak hevur verið um at gevast við summartíð- og vetrartíð, men í Føroyum skulu vit í øllum førum flyta klokkuna fram til 2028, sum lýst er í kunngerð hjá landsstýrismanninum í lógarmálum frá februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald