2023-12-09 09:50
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um ein leysan hund á Tvøroyri. Viðkomandi sum klagaði um hundin upplýsti, at hundurin gekk leysur dagliga.
Tað serliga við hesum hundi er, at hann dugir at lata hurðar upp og gongur inn til fólk.
Í hesum føri hevði tað við sær, at hundarnir hjá fráboðaranum vóru slopnir út og farnir til stroks. Hann óttaðist tí at fáa bót sjálvur.
Aktingarmaðurin verður boðsendur í slíkum føri, og tekur sær av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald