2020-11-03 13:21

Eftir áhaldandi trupulleika við bakterium í drekkivatninum er avgjørt at klora vatnið aftur í heimara enda á Velbastaðvegum og á Argjavegi við síðugøtum, út til Bátahylin. Byrjað verður í dag kl. 14.00
Hetta boðar Tórshavnar kommuna frá. Í seinastu viku varð eisini en roynd gjørd at klora vatnið.
Hetta kann ávirka vatnið við gulligum liti og ringum smakki.
Tórshavnar kommuna kunnar, tá ið vatnið aftur er reint.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald