Ofta verður sagt at tað manglar føroyskt tilfar, og kanska er júst hetta orsøkin til at Klovnurin Bubu eisini ynskir at geva eitt íkast, tá ið um málmenningi til børn umræður.
Við smáum stuttum filmum á 2-3 minuttir greiðir Bubu frá um bókstavirnar í føroyska stavraðnum. Í filmunum verður herðslan løgd á hvussu ljóðini verða søgd, hvar í munninum trýsti liggur og um hvussu ljóðið sær út, tá ið tað gerst bókstavur.
Á heimsíðuni bokstav.fo ber til at kaga nærri, og hoyr og síggja, tað ið Bubu hevur latið gjørt.
Klovnurin Bubu vónar við heimasíðuni og tilfarinum, at hetta kann lætta um hjá føroyskum børnum, soleiðis at tey kunnu fáa fatur á ljóðum og stavum heilt tíðliga og einfalt.
Herundir sæst frágreiðingin um trupla bókstavin Ð:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald