Uttanlands

Kloyndi kaku á Monu Lisu

Maður sníkti seg inn á Louvre ílatin sum gomul kvinna í koyristóli

Eitt starvsfólk í Louvre farið í gongd við at turka køkukremið av Monu Lisu

Eitt starvsfólk í Louvre farið í gongd við at turka køkukremið av Monu Lisu

2022-05-30 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Glasið, sum verjir heimskenda málningin “Mona Lisa” hjá Leonardo da Vinci, varð í dag smurt við rómakøku, skriva altjóða miðlar.

Ein 36 ára gamal maður gjørdi hetta fyri at mótmæla, at dagsins listafólk ikki gera nóg mikið fyri at vísa støðuna hjá gongustjórnuni, vit liva á. Maðurin varð handtikin eftir herverkið, skrivar Le Monde.

Maðurin sníkti seg inn á listasavnið Louvra í Paris, ílatin sum ein gomul kona í koyristóli. Framman fyri málningin av Monu Lisu leyp maðurin upp úr koyristólinum og royndi at bróta skottrygga glasið, ið verjir verkið, skrivar dr.dk.

Tað eydnaðist honum ikki, og at koma fram at sjálvum málninginum. Og so var tað glasið, sum fekk køkuna at smakka. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder