Innanlands

Klubb 188 dagførir og víðkar upplatingartíðirnar

Frá mánadegnum verður opið fimm ferðir um vikuna

KLUBB 188 er fyri ung úr 6. flokki til og við 17 ár

KLUBB 188 er fyri ung úr 6. flokki til og við 17 ár

2022-09-08 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ungdómshúsið í Hoyvík verður sera væl vitjað, og ungdómurin hevur í longri tíð tráað eftir at dagføra upplatingartíðirnar, og hetta verður nú gjørt.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at KLUBB 188 nú víðkar um upplatingartíðina.

Síðani byrjanina í 2010 hevur ungdómshúsinum í Hoyvík verið opið trý kvøld um vikuna, men frá mánadegnum verður opið fimm ferðir um vikuna - mánadag til fríggjadag.

Mánadag til hósdag er tað frá klokkan 18 til klokkan 22, og fríggjadag er tað frá klokkan 19 til eitt. 

- Eitt av høvuðsendamálunum hjá ungdómshúsinum er, at ung skulu kenna teg trygg, hoyrd, sædd og vird. Vitjar tú KLUBB 188, skalt tú vita, at húsið er til tín, og at tú hevur rætt til at siga frá møguligum ynskjum, til dømis um broytingar. Í ungdómshúsinum er pláss fyri ymiskleika og at fremja tolsemi, sum er eitt høvuðsvirði hjá øllum ungdómshúsunum í kommununi.

Tórshavnar kommuna skrivar, at KLUBB 188 er fyri ung úr 6. flokki til og við 17 ár.

Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at virksemið í KLUBB 188 verður gjørt við námsfrøðiligum arbeiðshátti og innihaldi, og er starvsfólkabólkurin tilvitaður um hetta. Starvsfólkabólkurin er sera fjølbroyttur, og umframt námsfrøðingar arbeiða eisini lærarar, listafólk, tónleikari, sjónleikari og onnur dugnalig starvsfólk á stovninum. Stovnsleiðari er Bjarni Beder.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder