Eftir eina langa og øðrvísi summarfrítíð er ungdómsvirksemi í Hoyvík byrjað aftur í ungdómshúsinum í Hoyvík. Týskvøldið 25. august lótu dyrnar upp, og longu væl áðrenn upplatingartíð vóru fleiri spent ung uttanfyri og bíðaðu. Tá kvøldið endaði, høvdu 95 ungdómar verið í ungdómshúsinum.
KLUBB 188 byrjaði sítt námsfrøðiliga virksemi fyri 10 árum síðani, og undirtøkan og tørvurin fyri einum ungdómshúsi í Hoyvík hevur verið støðugur øll hesi árini, skrivar Tórshavnar kommuna.
Opið er fyri ungdómi úr 6. flokki til og við 17 ár, og opið er týskvøld millum klokkan 19 og 23. og fríggja- og leygarkvøld frá klokkan 19 til klokkan 01.
Bjarni Beder, stovnsleiðari, greiðir frá, at í ungdómshúsinum er nógv fjølbroytt virksemi. Áherðsla verður løgd á sosialan felagsskap, og at tey ungu hava eitt stað at koma saman, har teirra ymisku áhugamál verða møtt av nærverandi starvsfólkum. Í KLUBB 188 arbeiða fleiri námsfrøðingar, umframt lærari og fleiri námsfrøðilig hjálparfólk við alskyns førleikum.
Ungdómshúsið í Hoyvík tekur sjálvandi hædd fyri koronatilmælunum, og í hesum sambandi verða øll sum koma á stovnin skrásett, somuleiðis sum regluliga verður mint á frástøðu og hondreinføri. Eisini verður útgerð sóttreinsað hvønn dag.
Brúkararnir av KLUBB 188 koma úr allari kommununi, tó tey flestu úr Hoyvíksøkinum.
Bjarni vísur á, at tørvur er á víðkaðum upplatingartíðum, og hetta er eisini eitt stórt ynski frá ungdóminum. Møguleiki kundi verið at arbeitt fram ímóti at gjørt eitt barna- og ungdómshús í Hoyvík, har aldursbólkurin í 4. og 5. flokki eisini hevur møguleika at koma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald