Uttanlands

Klukka uppkallað eftir Gretu Thunberg

Klukkan hevur fingið navnið Nelloptodes gretae eftir svenska veðurlagsaktivistinum

Greta Thunberg (Mynd: EPA)

Greta Thunberg (Mynd: EPA)

2019-10-28 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku gjørdi enski granskarin, Michael Darby av at uppkalla eina nýeyðmerkta klukku eftir svenska veðurlagsaktivistinum, Gretu Thunberg.

Sambært TV2 hevur klukkan fingið navnið Nelloptodes gretae. Hon hevur hvørki veingir ella eygu og er minni enn ein milimetur lang. Klukkan hevur tvær kampar, ið líkjast flættum, sum Greta Thunberg eisini ofta sæst við.

[object Object]
Nelloptodes gretae (Mynd: Scanpix)

Klukkan varð upprunaliga funnin í Kenya í 60unum av einum manni, sum lat klukkuna til the Natural History Museum í London. Síðan 1978 hevur savnið havt klukkuna, sum inntil í farnu viku einki navn hevði.

Michael Darby var í ferð við at granska klukkurnar hjá savninum, tá hann kom fram á navnleysu klukkuna.

Hann hevur uppkallað klukkuna eftir Gretu Thunberg fyri at "viðurkenna hennara einastandandi ískoyti til at varpa ljós á veðurlagstrupulleikar".

Onnur kend fólk hava eisini fingið eina klukku uppkallað eftir sær. M.o. danska sjónleikarinnan Ghita Nørby, Beyoncé, Arnold Schwarzenegger og Shakira.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder