Innanlands

Knallert órógvaði fólk í Klaksvík

Løgreglan í Norðoyggjum hevði fleiri uppgávur í gjárkvøldið

2019-10-15 07:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Norðoyggjum var í gjárkvøldið úti og royndi at finna fram til eitt prutl, sum órógvaði íbúgvar í einum parti av býnum.

Fráboðan kom til løgregluna um, at eitt prutl koyrdi runt umaftur og umaftur í einum íbúðarøki í Klaksvík, sum var til stóra plágan fyri íbúgvarnar.

Løgreglufólkini royndu at finna fram til ungfólkini á órógvandi prutlinum, men hetta eydnaðist tó ikki.

- Vit arbeiða víðari við málinum í dag, tí vit hava fingið eina rættiliga gjølla frágreiðingin út, hvussu knallertin sá út, so vit rokna við at finna fram til hana í dag.

Løgreglufólkini í Klaksvík vórðu eisini kallað út til aðrar uppgávur í gjárkvøldið.

Til dømis í Norðoyatunnilin eftir einum persóni, sum hevði valt at taka túrin um Leirvíksfjørð til gongu. Hetta var um hálvgun átta tíðina í gjárkvøldið.

- Tað er ikki loyvt at ganga í undirsjóvartunnlunum – har eru ikki umstøður til gongufólk, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglufólkini góvu viðkomandi gongufólki eina ávaring, men gjørdi eisini tann beina at koyra viðkomandi upp á pláss hinumegin fjørðin.

Eisini varð løgreglan boðsend út til eini hús, haðani tað kom rættiliga nógvur roykur frá. Tað vísti seg at vera trupulleikar við oljufýringini, og ongin vandi var á ferð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder