Innanlands

Knappar 500 milliónir í frítíðarløn

32.882 fingu í gjár frítíðarløn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-03 21:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár varð frítíðarlønin flutt á konto hjá 32.882 føroyingum.

Talan er um knappar 500 milliónir krónur, og hetta eru á leið somu tøl sum í fjør, sigur Taks á heimasíðuni.

Frítíðarlønin hjá tímaløntum er 12% av tí, sum tey hava tjent í innvinningarárinum. Mánaðarlønt hava rætt til frítíð við síni vanligu løn. Harumframt hava tey rætt til eitt frítíðarískoyti, sum er 1,5% av lønini, sum er tjent í innvinningarárinum. Ískoytið verður vanliga útgoldið saman við lønini í apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder