Innanlands

Knappur kilometur boraður av Sandoyartunlinum

99 metrar vóru boraðir í síðstu viku

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-10-07 15:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur framá við boringini av Sandoyartunlinum, sum skal standa liðugur í 2023. Nú eru í alt boraðir 994 metrar av samlaðu longdini á 10.785 metrar.

Í Traðardali vóru boraðir 68 metrar. Har eru nú boraðir 734 metrar.

Á Gomlurætt vóru boraðir 31 metrar. Har eru nú boraðir 260 metrar.

Ætlandi verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember 2023. Mett verður, at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder