Seinasta árið vaks fólkatalið við 450 persónum, og 1. januar búðu 54.545 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent.
Árliga broytingin fyri 2023 var 0,8 prosent, og tað er annar mánaðurin á rað, at árliga broytingin hevur verið undir einum prosenti. Seinast, árliga broytingin var niðri á einum prosenti í longri tíð, var fyri 10 árum síðani, skrivar Hagstovan.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð - á 162 og eini nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - á 288 fólk.
Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og er nú á sama stigi sum í 2020. Samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Í 2023 var hon 288 fólk.
18 av 29 kommunum høvdu fólkavøkstur í 2023. Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík, Saltangará, á Argjum og í Leirvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald