Innanlands

Knapt 54.600 fólk búðu í Føroyum 1. februar

Fólktalið vaks við 450 fólkum seinsta árið, ið svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2024-03-11 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólkatalið í Føroyum vaks við 450 fólkum seinasta árið, og 1. februar búðu 54.569 fólk í Føroyum

Hetta svarar til ein vøkstur á 0,8 prosent.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna vøkstur í deyðtalinum og síðani vegna minking í burðartalinum. Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og minking í fráflytingini. Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, skrivar Hagstovan.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi - munurin millum fødd og deyð- á 160, og eini nettoflyting - munurin millum tilflyting og fráflyting - á 290 fólk.

Hagstovan skrivar, at hóast fólkavøksturin er minkandi í landinum sum heild, høvdu 14 av teimum 29 kommununum í landinum fólkavøkstur seinasta árið.

Størsti vøkstur var í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar og Eysturkommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, Hoyvík, Klaksvík og í Leirvík.

Fólkatalið var óbroytt í tveimum og minkaði í 13 kommunum. Størsta minking var í Hvalbiar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder