1. desember 2024 búðu 54.675 fólk í Føroyum, og tað eru 280 fleiri enn 1. desember árið fyri.
Talan er um ein vøkstura 0,5 prosent, sum er minni enn undanfarnu 12 mánaðirnar, tá vøksturin var 0,7 prosent skrivar Hagstovan.
Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Minni burðaravlop og minni nettoflyting minka um fólkavøksturin.
Fólkatalið verður ávirkað av einari nettoflyting á 152 fólk, og einum burðaravlopi á 128.
Les eisini: Burðatalið vaks í 2024
Fólkavøkstur í 19 kommunum
Seinasta árið vaks fólkatalið í 19 av teimum 29 kommunum í Føroyum.
Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar, Nes, Vága og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Toftum, í Hoyvík, í Saltangará og í Skálavík.
Fólkatalið minkaði í níggju kommunum og var óbroytt í einari kommunu.
Størsta minking var í Eiðis, Vágs og Sunda kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald