Uttanlands

Knesset atkvøtt fyri broytingini í rættarskipanini

Andstøðan rýmdi úr tingsalinum – uttan fyri Knesset eru fólk í túsundatali møtt fyri at mótmæla

Tey mótmæla uttan fyri Knesset (Mynd: EPA)

Tey mótmæla uttan fyri Knesset (Mynd: EPA)

2023-07-24 15:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tjóðartingið í Ísrael, Knesset, hevur í dag samtykt ein týðandi part av nógv umstrídda lógarpakkanum, ið skal umskipa landsins dómstólar.

Tað upplýsir formaðurin í tinginum. Sambært The Washington Post var avgerðin í tann næsta av trimum pørtum í umskipanini.

Broytingin avmarkar eitt nú møguleikan hjá landsins hægstarætti at støðga lógum, sum rætturin metir vera órímiligar. Hetta merkir eisini, at landsins stjórn fær størri ávirkan á, hvørjir dómarar verða knýttir at dómstólunum.

Fólk, sum eru ímóti nýskipanini halda, at skipanin gevur stjórnini ov stórt vald. Landið hevur onki í grundlógini, sum avmarkar valdið hjá stjórnini.

Viðhaldsfólk halda hinvegin, at skipanin gevur eina betri javnnvág millum valdið hjá dómstólunum og teimum fólkavaldu politikarunum.

Løgmálaráðharrin, Yariv Levin, kallar samtyktina “fyrsta fet” móti at fáa skil á landsins dómstólar.

Nýskipanin hevur møtt harðari mótstøðu. Eitt nú hevur fakfelagið Histadrut kallað til fundar fyri at tosa um møguleikan fyri aðalverkfalli sum mótmæli.

Sambært miðlinum Haaretz varð nýskipanin samtykt við 64 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Tað eru 120 limir í Knesset.

[object Object]
Øll í salinum atkvøddu fyri. Her sæst Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, saman við Yoav Gallant, verjumálaráðharra (t.v.) og Yariv Levin, løgmálaráðharra (Mynd: EPA)

Hetta gjørdist úrslitið, tí andstøðan undan atkvøðugreiðsluni valdi at rýma úr tingsalinum eftir at hava kallað nýskipanina eina skomm fyri tjóðina, skrivar Haaretz.

Uttan fyri Knesset vóru túsundtals fólk savnað fyri at mótmæla.

Sambært løgregluni bera tey ótta fyri, at hesi nógvu fólkini fara at leypa á tjóðartingið.

- Vit eru til reiðar at forða tí. Vit loyva mótmælum, men tað er eisini eitt mark, sum ikki skal farast yvir, sigur Kobi Shabtai, politikommiserur við Haarets, skrivar Ritzau.



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder