Uttanlands

Kníválop á jarnbreytarstøð í París

Seks persónar vórðu í morgun særdir á jarnbreytarstøðini Gare du Nord í franska høvuðsstaðnum – Løgreglan sigur seg hava "neutraliserað" álopsmannin

Løgreglufólk á Gare du Nord (Mynd: Reuters)

Løgreglufólk á Gare du Nord (Mynd: Reuters)

2023-01-11 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri persónar vórðu í morgun særdir í einum kníválopi á jarnbreytarstøðini Gare du Nord í franska høvuðsstaðnum París.

Hetta var stutt fyri klokkan sjey (klokkan seks okkara tíð, red.), upplýsir lokala løgreglan, sum sigur seg hava "neutraliserað" álopsmannin.

Reuters skrivar, at seks persónar vórðu særdir í álopinum, harímillum eitt løgreglufólk. Upplýst verður, at eitt av ofrunum hevur fingið stóran skaða.

Seinkingar eru í løtuni tokferðsluni til og frá Gare du Nord.

Fyribils verður einki sagt um, hvat motivið var fyri álopið, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder