![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Um klokkan sjey í gjárkvøldið vórðu fleiri fólk álopin við knívi í einari viðarlund í býnum Reading, sum liggur 60 km frá bretska høvuðsstaðnum London.
Trý fólk eru deyð, og trý eru álvarsliga løstað, sigur Thames Valley Police.
Eitt eygnavitni sigur, sambært TV2, at har vóru nógv fólk í økinum, tá ein maður brádliga byrjaði at gráta og síðani leyp á ein bólk av uml. tíggju fólkum. Trý vórðu stungin harðliga í hálsin, nakkan ella undir ørmunum. Síðani rann hann aftaná vitninum, sum rýmdi av staðnum.
Talan var um yvirgang
Løgreglan hevur handtikin ein 25 ára gamlan mann og skuldsett hann fyri dráp. Hildið verður ikki, at har eru fleiri brotsmenn.
Í dag boðar løgreglan frá, at tey rokna hendingina sum eitt yvirgangsálop.
Seinastu vikurnar hava "Black Lives Matter mótmælistiltøk verið í viðarlundini í Reading, men løgreglan heldur ikki, at nakað samband er millum mótmælistiltøkini og kníválopið í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald