Uttanlands

Kníválop í Kanada: 10 deyð og fleiri onnur særd

Tveir mans eru undir illgruna, og løgreglan leitar í løtuni eftir teimum í landslutinum Saskatchewan

Kanningarfólk hjá løgregluni kanna málið (Mynd: Reuters)

Kanningarfólk hjá løgregluni kanna málið (Mynd: Reuters)

2022-09-05 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíggju fólk lótu lív, og í minsta lagi 15 onnur vórðu særd undir einum kníválopi í kanadiska landslutinum Saskatchewan í gjár.

Lokala løgreglan upplýsir, at offur eru funnin á 13 ymiskum støðum í økinum James Smith Cree Nation, har uml. 3.400 upprunafólk búgva, og í bygdini Weldon, ið hevur uml. 200 íbúgvar. Sambært Ritzau er neyðrættarstøða lýst í James Cree Nation.

Talið á særdum kann vera hægri, av tí at onkur sjálvi kunnu hava leitað sær læknahjálp. Hildið verður, at drápsmenninar fór eftir nøkrum ávísum ofrum, meðan onnur vóru tilvildarlig.

Tey særdu fáa viðgerð á ymiskum sjúkrahúsum, og eyka starvsfólk eru boðsend at handfara støðuna.

Í løtuni er ein mannajagstran í gongd. Løgreglan hevur eyðmerkt tveir mans, sum eru undir illgruna í málinum. Teir eru ávikavíst 30 og 31 ár. Fráboðanir hava verið um, at teir eru sæddir í Regina, ið er høvuðsstaður í Saskatchewan og liggur góðar 300 kilometrar frá Weldon, skrivar AP.

Motivið fyri álopið er enn ikki greitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder