Uttanlands

Kníválop í París

Ein maður er handtikin fyri at leypa á fólk við tveimum køksknívum – Tríggjar kvinnur vórðu særdar

(Mynd: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-27 13:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður er í dag handtikin eftir at hava lopið á fólk við knívum í franska høvuðsstaðnum París, upplýsir franski innlendismálaráðharrin, Laurent Nunez.

Tríggjar kvinnur hava fingið skaða og eru fluttar á sjúkrahús, harav tvær eru álvarsliga løstaðar.

Kvinnurnar eru ávikavist 19, 24 og 36 ára gamlar.

Álopsmaðurin brúkti sambært fronsku løgregluni tveir køksknívar at leypa á við. Hann varð tikin av einum løgreglufólki, sum ikki var til arbeiðis.

Álopið hendi í norðara parti av París nærindis Porte de Clichy.

Motivið er framvegis ógreitt, og løgreglan hevur heldur ikki fingið staðfest, hvør álopsmaðurin er, av tí at útsagnir hansara vóru ósamanhangandi, tá hann varð handtikin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder