Uttanlands

Kníválop í Sydney: Seks fólk deyð

Drápsmaðurin, sum drap seks persónar í einari sølumiðstøð, varð dripin av løgregluni

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-04-13 12:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður við knívi hevur dripið seks persónar í einari sølumiðstøð í avstralska stórbýnum Sydney, upplýsir avstralska løgreglan.

Drápsmaðurin, sum varð drpin av løgregluni, verður hildin at hava verið einsamallur um drápini. Viðkomandi er ikki eyðmerktur.

Fleiri onnur vórðu flutt á sjúkrahúsið. Upplýst verður ikki, hvussu nógv vórðu særd í kníválopinum, men sagt verður, at átta persónar, harímillum eitt pinkubarn, vórðu flutt á sjúkrahúsið, og fleiri vóru álvarsliga løstað.

Álopið fór fram í sølumiðstøðini Westfield í økinum Bondi Junction stutt fyri klokkan 16 lokala tíð.

Fólk vórðu flutt úr bygninginum, og heitt varð á fólk um at halda seg burtur frá økinum orsakað av einari "álvarsligari hending".

Løgreglan kann ikki útiloka, at talan var um yvirgang, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder