Mentan

Knút Háberg Eysturstein í Listastovuni í kvøld

Konsertin er partur av Spæl føroyskt-vikuni

(Savnsmynd: Gwaen Akira Helmsdal Carré)

(Savnsmynd: Gwaen Akira Helmsdal Carré)

2024-03-07 07:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í tíggju ár er Knút aftur aktuellur við plátuútgávu í egnum navni. Í kvøld verður møguligt at hoyra Knút á konsert í Listastovuni í Miðvági.

Talan er um fjórðu plátuna hjá Knúti, ið ber heitið ‘Hjartasláttur', og nýliga er útkomin á plátufelagnum Tutl.

Knút framførir í Listastovuni saman við bólkinum, ið hevur innspælt plátuna: Torleik Mortensen á bass, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummum, Mattias Kapnas á klaver og synth, og Knút sjálvur á sang, gittar og synth.

Knút hevur verið ein miðsavnandi figurur á føroyska tónleikapallinum síðani aldarskiftið. Hann hevur verið við á yvir 20 ymiskum tónleikaútgávum, spælt í fleiri ymsum bólkum og verkætlanum, og hevur áður útgivið tríggjar plátur í egnum navni.

Níggju sangir eru á plátuni 'Hjartasláttur'. Knút eigur øll løgini og tekstir til seks av sangunum. Umframt egnu tekstirnar hevur Knút sett løg til tríggjar yrkingar hjá Regin Dahl (1918-2007).

Nýggja plátan fær framúr góð ummæli bæði her heima og uttanlands, eitt nú sigur Ári Rouch soleiðis:

“Vit hava tískil verið mong, sum hava glett okkum til heildarútgávuna, og hevur hon tíbetur livað væl og virðiliga upp til vónirnar. Ársins heildarútgáva í 2023 spyrt tú meg. Vælskrivað løg, tekstir og Regin Dahl tulkingar, alt ílatið framúr framleiðslu.”

Konsertin er partur av Spæl føroyskt-vikuni hjá Tónleikasamband Føroya, sum upphiting til stóra Faroese Music Award - tónlistavirðislønina, leygarkvøldið.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder