Í dag 12. september verður nýtt staklag frá Knúti útgivið á Plátufelagnum Tutl. ‘Tá ódnin brestur á’ er tulking av Bob Dylan klassikaranum ‘A Hard Rain’s A-Gonna Fall’ (1962), ið Rói Patursson umyrkti í 1978.
Upptøkan av ‘Tá ódnin brestur á’ varð gjørd um sama mundi, sum seinasta plátan hjá Knúti, Hjartasláttur (Tutl, 2023), ið varð útgivin í november í fjør. Lagið verður nú útgivið sum sjálvstøðugt staklag. Eitt stórfingið lag, ið er yvir 9 minuttir til longdar.
Um upprunaútgávuna hjá Dylan sigur Knút:
“Bob Dylan er helst mín yndissangari og sangskrivari. ‘A Hard Rain’s A-Gonna Fall’ varð yrktur undir serligum umstøðum í 1962. Sagt verður, at Dylan skrivaði tekstin undir Kuba kreppuni, tá allur heimurin helt ondini, meðan bíðað varð eftir, at stórveldini USA og Sovjetsamveldið fóru at leypa á hvørt annað. Øll vita, at ongin liviligur vegur er úr slíkum samanbresti. Tað løgna er, at vit nú aftur liva í eini støðu, sum minnir um. Nú sum tá snýr tað seg um at finna liviligar vegir úr teimum kreppunum, sum plága okkara tíð”.
Um føroysku umyrkingina hjá Róa Patursson:
“Eg havi verið hugtikin av umyrkingini, síðani eg upplivdi hana fyrstu ferð. Rói Patursson skrivaði umyrkingina til minnis um rithøvundin Magnus Dam Jacobsen, ið andaðist í 1978. Rói hevur megnað at flutt hesa stórslignu og dramatisku yrking yvir í eitt føroyskt og staðkent univers. Eg havi leingi ynskt at gera eina tulking av føroysku útgávuni, og eri sera takksamur fyri tað, sum spurdist burturúr saman við framúr góðum tónleikarum, sangarum og studiotøkningum.”
Tónleikarar:
Knút Háberg Eysturstein: sang, elektriskan gittar, synth
Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synth
Svend Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur
Jón Festirstein: violin, viola
Dorthea Højgaard Dam: kór
Óluva Dam Ísheim: kór
Jensia Højgaard Kjærbæk: kór
Ingrid Højgaard Petersen: kór
Jóhanna Sofía Petersen: kór
Lag: Bob Dylan
Orð: Bob Dylan
Umyrking: Rói Patursson
Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein
Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen
Upptøkur: Per Ingvaldur Højgaard Petersen og Benjamin Petersen, Rúm 43, Hoydalar.
Miks: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Rúm 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur.
Mastering: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville.
Mynd: Bruno Mikael Eysturstein
Sniðgeving: Uni Árting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald