Mentan

Kóboykex gevur sítt fyrsta videolag út

Sigmundur og Heiðrikur ætla at geva fleiri stakløg og videoløg út komandi árið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-17 08:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum. Teirra fyrsta videolag “Midnight Gale” er upptikið í ymiskum føroyskum bygdum í summar. Heiðrikur hevur leikstjórnað og klipt myndbandið, og Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.

Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmundur og Heiðrikur siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út gjøgnum komandi árið, og teir hava ætlanir um at gera videoløg til øll stakløgini.

Videolagið sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder