Mentan

Kóboykex tulkar Eitt sunnukvøld í plantasjuni í cowboystíli

Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen tulka kenda føroyska klassikaran, sum varð skrivaður í 1956

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-09-25 10:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex, sum er mannaður av Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys, geva út teirra næsta staklag við videolagi. Lagið er ein cowboyslig nýtulkan av kenda føroyska klassikarinum hjá Simme - “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”, ið Birni Dam skrivaði í 1956.

Í sjónbandalagnum síggjast teir báðir Kóboykex, í sínum sermerktu ljósa -bláum og -reyðum klæðum, ríða hvítar hestar, og síðani fara inn í eitt dansistað, at syngja karaoke. Videolagið hevur Heiðrikur sjálvur leikstjórnað og klipt. Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur staðið fyri upptøkunum.

Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmund er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.

Heiðrik og Sigmund siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út gjøgnum komandi árið, og teir hava ætlanir um at gera videoløg til øll stakløgini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder