Mentan

Kóboykex við Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni á enskum

Sangurin eitur “Sunday Evening in the Old Park” í umsetingini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-09 17:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski bólkurin Kóboykex, sum er mannaður av Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys, geva út teirra staklag "Sunday Evening in the Old Park", ið er ein umseting av føroyska klassikarinum hjá Simme, "Eitt sunnukvøld í Plantasjuni". Hettar er ein cowboyslig nýtulkan av sanginum, ið Birni Dam skrivaði í 1956. 

Kóboykex hevur gjørt bæði eina enska og eina føroyska útgávu av lagnum, ið liggur á øllum stroymingartænastum. 

Í sjónbandalagnum síggjast teir báðir Kóboykex, í teirra sermerktu ljósabláu og -reyðu klæðum, ríða hvítar hestar, og síðani fara inn í eitt dansistað, at syngja karaoke. Videolagið hevur Heiðrikur sjálvur leikstjórnað og klipt. Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur staðið fyri upptøkunum.

Fjøllistamannin Heiðrik kenna vit frá landaplágum sum “Change of Frame” og “Monster”. Eisini sangir sum "Kanska" og "Koyri heim" við bólki hansara Einangran.

Sigmund er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á útlendskua punk pallinum.  

Heiðrik og Sigmund siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út áðrenn heildarútgávan “Wagon Wheels” kemur út í vár. Ætlanin er at  gera videoløg til øll stakløgini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder