Uttanlands

Kofod: Eiga at skunda sær heim úr Russlandi

Fleiri lond hava stongt loftrúmið fyri russiskari flogferðslu, og Russland hevur svarað aftur við at banna flogførum úr fleiri londum, og eiga danskir borgarar at skunda sær heim úr Russlandi, sigur danski uttanríkismálaráðharrin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-27 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina hava fleiri lond stongt loftrúmini fyri russiskari flogferðslu.

Talan er um m.a. Týskland, Stórabretland, Bulgaria, Kekkia, Pólland, Estland, Lettland, og Rumenia.

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod boðaði í dag frá, at Danmark fer at gera tað sama, og heitir hann á danskar borgarar í Russlandi um at skunda sær heim.

Tað ber tó framvegis til at ferðast við øðrum flogfeløgum enn russiskum úr Russlandi, men Russland hevur longu, sum aftursvar, bannað flogferðslu úr Slovenia, Bulgaria, Rumenia og Kekkia, og er ikki óhugsandi, at tað kann raka flogfeløg úr øðrum londum eisini, sigur Jeppe Kofod sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder