Fríggjakvøldið og leygardagin fór eitt russisk hernaðarflogfar inn í svenska og danska loftrúmið. Flogfarið var inni í danska loftrúminum nærindis Bornholm og vardi tað, sum skilt ikki leingi.
Danski herurin váttar tíðindini fyri Ritzau, og svenski herurin váttar hetta fyri tíðindastovuni TT.
Bæði danski og svenski herurin sendu flogfør eftir russiska flogfarinum, sum var av slagnum Antonov 30.
Tað er ógreitt, hvat russiska flogfarið gjørdi í økinum, og um tað var tilvitað ella av óvart, at tað fleyg inn í svenska og danska loftrúmið.
Svenski verjumálaráðharrin, Peter Hultqvist, kallar hendingina fyri óprofessionella, serliga í núverandi støðuni.
Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod sigur eisini, at slíkt ikki kann góðtakast, og hevur hann innkallað russiska sendimannin í Danmark, Vladimir Barbin, til samrøðu í uttanríkismálaráðnum mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald