Innanlands

Kókitilmælið í Kirkjubø stendur við

Enn er ikki greitt, hvaðani dálkingin stavar, sigur Tórshavnar kommuna – Seinni í dag væntast úrslitið av seinastu kanningunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-26 07:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

20. januar vórðu koliformar bakteriur staðfestar í drekkivatninum í Kirkjubø, og síðan tá hevur kókitilmæli verið galdandi í økinum.

Royndirnar, sum vórðu tiknar 24. januar vístu, at bakteriur framvegis vóru í vatninum, serliga í Geilini. Enn er tó ikki greitt, júst hvaðani dálkingin stavar.

Tórshavnar kommuna skrivar, at nýggjar royndir vórðu tiknar í gjár, og at úrslitið fyriliggur seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder