Innanlands

Kókitilmælið longt til í morgin

Nýggjastu vatnkanningarnar vísa, at bakteriur framvegis eru í drekkivatninum í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø

2021-06-17 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani leygardagin havur mælt verið til at at kóka vatnið í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø. Vatnið var dálkað vegna tekniskt brek á vatnverkinum.

Kanningar vórðu gjørdar týsdagin, og í gjár vórðu kanningar aftur gjørdar. Tær vísa tað sama; at bakteriur framvegis eru í drekkivatninum.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Samstundis verður boðað frá, at tilmæli fyribils er longt eitt samdøgur - til fríggjadagin 18. juni. 

- Nýggjastu vatnkanningarnar vísa, at bakteriur framvegis eru í drekkivatninum. Vatnverkið skolar vatnleiðingarnar út, og royndir verða tiknar seinnapartin í dag. Úrslitið fyriliggur í morgin, fríggjadagin 18. juni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder