
Vatnið í Vesturbýnum og parti av Argjum er framvegis dálkað við koliformum bakterium, og tí stendur kókitilmælið við.
Hetta boðar Tórshavnar kommuna frá.
Illgruni er um, at dálkað vatn setur inn í goymsluna, ið er undir sjálvum vatnverkinum í Havnardali
Tað snýr seg tó um at fáa eitt greitt svar í royndunum av vatninum - tær ið higartil tiknar eru geva eina ógreiða mynd av støðuni. Í dag verða enn fleiri royndir tiknar, sum skulu staðfesta, hvar dálkaða vatnið setur inn í skipanina.
Verður orsøkin til dálkingina ikki funnin, fer allur býurin umframt partur av Argjum, at fáa vatn úr Villingadali seinni í vikuni, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald