placeholder
Innanlands

Kókitilmælið stendur við

Tað eru framvegis eru ov nógvar bakteriur í vatninum í Kollafirði, á Oyrareingjum og í Signabø, men talið er lækkandi, og nýggjar kanningar eru gjørdar í dag

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-06-22 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíggju dagarnar hevur kókitilmæli verið fyri Kollafjørð, Oyrareingir og Signabø. Vatnið var dálkað vegna tekniskt brek á vatnverkinum, og kókitilmælið hevur verið líka síðani.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at bakteriutalið er støðugt lækkað men at tað framvegis eru ov nógvar bakteriur í vatninum.

Harvið stendur kókitilmælið við. Næstu kanningar vórðu gjørdar í dag, týsdagin 22. juni.

Kunning um drekkivatnsstøðuna kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder