Innanlands

Kokkakapping við skrubbu og saltfiski

Føroyska Arctic Yount Chef-kappingin verður á Sjómannadegnum í Klaksvík

Kappingin í Grønlandi hevur júst verið. Her gjørdist Lars Abelsen vinnari, m.a. við hesum forrættinum, sum var ein baccatouille við stoktari skøtu

Kappingin í Grønlandi hevur júst verið. Her gjørdist Lars Abelsen vinnari, m.a. við hesum forrættinum, sum var ein baccatouille við stoktari skøtu

2024-05-21 16:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða kokkakapping verður á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, leygardagin 17. august. Tað er NORA, sum skipar fyri kappingini, saman við Tekniska Skúla í Klaksvík.

Kappingin er partur av stóru Arctic Young Chef kappingini, sum NORA skipar fyri í Grønlandi, Íslandi, Noregi og Føroyum.

Við kappingini seta NORA og fyrireikararnir sjóneyku á norðuratlantiska og arktiska gastronomi. Dentur verður eisini lagdur á at brúka lokalar stuttfluttar rávørur, herundir nakrar, ið ikki so ofta verða brúktar. Luttakandi kokkar skulu eisini hugsa um, hvussu teir miðla sínar haute cuisine rættir, soleiðis at rættirnir eitt nú kunnu gerast heima ella í kantinum og køkum, sum gera mat til mong.

Kappingin er fyri ungar kokkar og kokkalærlingar yngri enn 30 ár. Vinnarin av føroysku kappingini fær 10.000 krónur og skal umboða Føroyar í finaluni, sum verður í Bodø í Noregi 3. oktober. Í finaluni stendur kappingin millum vinnararnar úr øllum NORA-londunum: Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi. Høvuðsvinningurin er 25.000 krónur, og allir finalistarnir sleppa á køksvitjan á matstovum í einum av NORA-grannalondunum.

Seinasta freist at tekna seg til kappingina er 7. juni 2024. Kokkar og lærlingar, sum hava áhuga kunnu tekna seg her

Kravdar rávørur

I kappingini skulu kokkarnir vísa kynstur síni og gera ein forrætt og ein høvuðsrætt. Tíðin er avmarkað – tveir og ein hálvur tími til báðar rættirnar.

Fyrireikararnir hava nú gjørt av, at tvær av høvuðsrávørunum verða skrubba og saltfiskur, umframt at kokkarnir eisini skulu brúka aðrar dygdargóðar føroyskar rávørur. Hugsast kann, at eitt nú hvítamai, tari, salat og garnatálg verða millum rávørurnar, sum skulu brúkast.

Við kappingini vóna NORA og kokkaskúlin í Klaksvík at seta góðu føroysku rávørurnar í miðdepilin, og samstundis stimbra nýmenning innan gastronomiska økið. Kokkaskúlin bjóðar nú alla kokkaútbúgvingina í Føroyum, og hann er júst farin undir at taka ímóti lærlingum, ið fara at taka alla útbúgvingina í Føroyum.

Sí meiri á Instagram

Les eisini: Spennandi altjóða kokkakapping í sambandi við Sjómannadagarnar

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder