Hesa vikuna komu gleðiligu tíðindini um, at okkurt bendir á, at serliga toskaslagið, sum livir úti á Føroyabanka er í menning aftur.
Skjótt útrangeraða havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, kom innaftur av hálvárliga royndartúrinum á bankanum við fleiri stórum toskum, enn hann hevur fingið tær seinastu ferðirnar, og umframt tað upp í rúgvur av hýsu.
Toskurin hevur verið næstan burtur á bankanum í skjótt tjúgu ár, og í 2008 varð bankin friðaður fyri fiskiskap.
Men hann kom ikki fyri seg aftur við einum góðum árgangi av yngli fyrr enn fyri fýra árum síðani, og tað er hesin árgangur, sum nú sæst við nógv betri royndarfiskiskapi.
Avmarkað hvussu leingi afturat
Men hetta var eisini vikan, har vit fingu ávaringar um, at tað ikki er vist, at toskurin kemur rættiliga fyri seg aftur, um hugt verður í einum longri høpi, ella perspektivi.
Tað hendi í Norðurlandahúsinum hóskvøldið, har skipað varð fyri vælvitjaðari veðurlagsráðstevnu. ”Heimurin Hitnar” var heitið, og mest óunniligi boðskapurin var, at um sjógvurin kring Føroyar hitnar bara við nøkrum fáum brøkpørtum av einum stigi afturat, kann tað ganga álvarsliga út yvir gýtingina.
Fiskifrøðingurin Petur Steingrund greiddi frá, at besti hitin hjá toski at gýta í, er 6 stig. Á landgrunninum er hitin eitt vet hægri, og á Føroyabanka væl hægri. Nær hámarkinum fyri, nær toskur kann gýta yvirhøvur.
Kanska kann hitin vera ein orsøk til at toskastovnurin er minkaður, segði Petur Steingrund, men orsøkirnar eru so nógvar, at ómøguligt er at peika á eina orsøk.
Tá var Bogi Hansen, havfrøðingur, meira beinleiðis í síni meting. Hann greiddi frá hvussu illa tað gongur at uppfylla málsetningarnar í veðurlagsavtaluni í Paris at støðga upphitingini av jørðini. Og hann er ikki í iva.
- Móti endanum av hesi øldini er ongin toskur í Føroyum. Tað verður í Barentshavinum, á Norðurlandinum og í Grønlandi, at toskurin hevur møguleika fyri at gýta og mennast, segði Bogi Hansen.
Hjá okkum koma nøkur onnur fiskasløg at trívast. Hvørji tey verða, kunnu vit bara gita um. Og hvussu fiskiskapurin á bankanum fer at hilnast einaferð í framtíðini tá hetta staðbundna heilt serliga slagið av toski er útdeytt, er ómøguligt at meta um.
Gómagóðir rættir
At bankatoskur er nakað heilt serligt, eisini til matna, hava vit vitað leingi, og tað vita eisini tey fólkasløg, sum hava keypt tosk frá okkum og hava dugað at virðismeta hann – portugisar og spaniólar, til dømis.
Og eisini teir mongu gestirnir – føroyingar, men kanska fleiri útlendingar –, sum um vikuskiftið nýttu høvið at fara í eina av matstovunum heima í Havn at smakka ta fagnarmáltíð, sum bankatoskurin er.
Á Barbara Fishhouse høvdu blaðungu kokkarnir Johan Petersen og John Eli Kristmundsson sett eina leskiliga matarskrá saman, av fonginum, sum teir sjálvir høvdu flakaskorið við hjálp og vegleiðing frá leirvíkingunum Ingvard Joensen og Ólavi Sjúrðarberg fyrr í vikuni.
Fyrsti rættur: ein suðuramerikansk insperað chevice, sum merkir, at toskurin er ráur, ikki hitaviðgjørdur, men bert lakaður í sitrón og øðrum urtum.
Annar rættur: Stoktar lippur av bankatoski oman á einum einum snerktum epladála. Afturvið grønmeti beinleiðis úr Veltuni á Sandi og rivin ostur, turkaður í Múla.
Triði rættur var kanska størsta yvirraskilsið á kvøldinum. Hesaferð hýsa av bankanum, dampað og borðreidd saman við eini kraftmiklari salsa burtur úr graskari og snerktum leykringum omaná. Bankahýsan er minst líka góð sum hálovaði toskurin, kanska betri, vildi onkur kring borðið vera við.
Fjórða máltíðin er høvuðsrætturin. Heilt einfalt dampaður toskur og grønmeti, so sum purra og fennikel saman við nøkrum pilkaðum rækjum. Men tað, sum ger rættin serligan, er fiskasoðið, súpanin, sum allan dagin er kókað burtur úr beinunum og fiskapettunum, ið ikki eru borðbær á hesum stað. Suppan kemur í antikkum tekannum, og tú velur sjálv/ur um tú vilt hava fiskin í suppubollan ella á lítla borðiskin, sum er á borðinum.
Omaná fingu vit ein karamellís oman á sjokulátuganace. Til allar rættirnar hevur verturin, John Mikkelsen, valt iberiskt hvítt vín, væl hóskandi til bankatoskin. Tilsamans sera gómagott.
Niðurstøðan eitt slíkt kvøld er – enn sum áður: Okkurt má gerast við bankan og fiskin, ið har svimur. Lýsa økið sum tjóðgarður (um tað heitið kann brúkast til eitt økið til havs), og so skal toskurin handlast við teirri virðing, hann hevur uppiborið – sum nakað heilt serligt.
Toskur av bankanum er ikki bara toskur, nógv meira enn tað. Hann er ein tjóðardýrgripur eins og skerpikjøtið og garnatálgin er.
Meira frá tiltakinum kann lesast á blogginum hjá Birgiri Kruse
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald