Matstovan Koks, sum nú ger seg til at rigga av frammi við Gjónna, er komin enn á ein tignarligan lista yvir matstovur, ið eru verdar at vitja.
Tað er amerikanska tíðarritið Wanderlust, sum hevur sett føroysku matstovuna á ein lista yvir heimsins 10 mest áhugaverdu matstovur.
Wanderlust er ein heimasíða, við greinum mest um ferðir, upplivingar og mat í dýrara endanum.
Á listanum ”10 of the most interesting restaurants in the World” hava tey sett upp nakrar heilt serligar matstovur, sum Wanderlust viðmælir at vitja. Talan er um matstovur, sum ikki bara hava góðan mat, men sum eisini eru so áhugaverdar at vitja, at tað er vert at ferðast langt eftir.
Talan er um matstovur í Avstralia, Bolvia, Columbia, USA, Marokko, Turkalandi, Spania, Fraklandi og so Koks í Føroyum. Onkur teirra kann vera ring at finna, ikki bara tí at tær liggja avsíðis, men tí at talan er um ferðandi ”pop-up” matstovur.
Um Koks sigur Wanderlust millum annað:
- Tá Michelin gevur eini so fjarskotnari matstovu sum Koks eina stjørnu, so er tað tí at tey veruliga meina tað. Koks, sum ger hugtakandi mat í norðurlendsku siðmenningini, er ein opinbering. 27 ára gamli kokkurin, Poul Andrias Ziska, miðsavnar seg um siðbundnar rættir, lokala framleiðslu, so sum turking, ræsing, salting og royking, og endurupplivir tað í nýmótans og nýskapandi rættir. Matskráin til umleið 215 dollarar er verd at ferðast kring heimin eftir
Pól Andrias Ziska verður endurgivin fyri at siga: ”Okkara mál er at skapa evstu matarupplivingina, rótfesta í føroyskum siði við teimum serligu rávørunum, vit hava kring okkum. Tað er okkara styrki, og okkara uppgáva er sum oftast at lata serligu vørurnar tala fyri seg sjálvar”.
Les eisini hvat Wanderlust annars skrivar um Føroyar sum ferðamannaland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald