Matstovan Koks, sum í løtuni heldur til Frammi við Gjónna, hevur fingið stóran heiður í White Guide. Matstovan er ársins fiska- og skeljadjórauppliving.
Tað kunngerð White Guide í kvøld.
- Við unga Poul Andrias Ziska á odda hevur Koks seinastu árini gjørt allan heimin varugan við framúr matstovuna, men eisini rávøruskattakamari av hægstu góðsku.
- Her kunnu vit av álvara tosa um “merroir” og nevniliga fiskur, tari og skeljadjór hava serligt pláss á matskránni hjá Poul Andrias. Ikki so løgið, tí hansara skapandi evni og reini smakurin við lokalu skattunum er púra einastandandi, grundgevur White Guide.
- Minst til at seta vitjan á KOKS á tín “bucketlist”, sum heillt einfalt er ein av bestu matstovunum í heiminum, og bjóðar eina fantastiska uppliving við sínari staðseting, sigur White Guide.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald