Mentan

Koks fær grøna stjørnu eisini

Førandi føroyska matstovan verður eisini heiðrað fyri sítt burðardygga arbeiði

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2020-02-17 16:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tær fyrstu handanirnar hjá Michelin á stóra handanartiltakinum í Olavshallen í Trondheimi í løtuni, vóru tær nýggju stjørnurnar – tær grønu fyri burðardygd.

Og millum hópin av kokkum, sum vórðu kallaðir fram, var eisini føroyski Poul Andreas Ziska, høvuðskokkurá Koks.

Tað grøna hugtakið er nýtt í Michelin-samanhangi í ár. Kendi svenski kokkurin, Magnus Ek frá trýstjørnaðu matstovuni Oaksen, fekk sustainability-heiðurslønina í ár, men ein hópur av norðurlendskum matstovun fingu eisini handaða serligu grønu stjørnuna, sum prógv fyri, at teirra roynd at arbeiða burðardygt verður virðismett.

So umframt tær reyðu michelinstjørnurnar – vit vita enn ikki hvussu nógvar tær verða hetta komandi árið – kann Koks nú eisini prýða seg við einari grønari. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder