Innanlands

KOKS gevst – fyribils í hvussu so er

Tað er ikki eydnast at finna hóskandi hølir í Føroyum, og tí letur Michelin matstovan ikki uppaftur komandi ár

(Mynd: Koks)

(Mynd: Koks)

2024-05-10 23:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

KOKS gevst eftir summarið í Grønlandi og eftir eitt støkkup tiltak í Tivoli í Keypmannahavn í heyst. Tað boðar Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist og Hotel Føroyum, frá í tíðindaskrivi í kvøld.

- Vit hava hugsað okkum væl um, áðrenn vit bera tykkum hesi beisksøtu tíðindi. KOKS fer at lata aftur eitt skifti.

- Hóast vit hava roynt at útvega okkum ein nýggjan stað í Føroyum, mugu vit í hesi løtu ásanna, at vit ikki megna at fáa ein fastan bústað fyrr enn í fyrsta lagi í 2026. 

Hann greiðir frá, at seinasta skeiðið í Ilimanaq í Grønlandi verður frá 12. juni til 7. september. Eftir tað flyta kokkarnir í Koks til Tivoli í Keypmannahavn, har eitt serligt støkk-upp tiltak verður frá 10. oktober til 3. november.

KOKS hevur vunnið sær altjóða viðurkenning fyri sína makaleysu norðurlendsku matgerð, sum hevur sett staðbundna rávøru og siðbundan føroyskan smakk í brennidepilin. Matstovan hevur halgað seg til fínleikan og nýskapan, og tað hevur vunnið henni tvær Michelin stjørnur og trúfastar fylgjarar um allan heim.

- Vit hava kannað nógvar ymiskar møguleikar í Føroyum, tó er eingin vorðin veruleiki. Kortini er tað so, at vit framvegis vilja lata upp aftur í Føroyum, skuldu vit komið fram á tað rætta staðið, har okkara matmentanarliga ferð kann halda fram, skrivar Johannes Jensen í tíðindaskrivinum.

- Í takksemi og við eyðmýkt takki eg teimum meistaraligu starvfólkunum á KOKS, sum høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska hevur stjórnað, fyri at skapa løtur við matlistarligari gleði, við fínleika og dirvi um somu leið, og vínserfrøðinginum Karin Visth fyri “at stjórna allari skránni” við trúskapi og ídni, skrivar hann at enda.

[object Object]Tað er eydnast Johannesi Jensen, Karin Visth og Poul Andrias Ziska at vinna matstovuni Koks tvær stjørnur frá Michelin. Tá liðugt er í Grønlandi í heyst, er heimskenda føroyska matstovan heimleys (Savnsmynd)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder