Mentan

KOKS heiðrað á Ráðhúsinum

Borgarstjórin bjóðaði kokki, stjóra og víntænara inn á gólvi

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-25 16:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

 - Tað er so ómetaliga stórsligið, at KOKS nú hevur tvær Michelin stjørnur. Hetta er eitt einastandandi úrslit. Hetta bragdið, sum nú er rokkið, fer at hava sera góða ávirkan á alla matvinnuna í Føroyum, segði Annika Olsen á ferðavinnuforum í Sjóvinnuhúsinum í hósdagin.

Fríggjadagin bjóðaði borgarstjórin umboðum fyri KOKS inn á gólvið á Ráðhúsinum. Hon fegnast um, at matstovurnar hava gingið á odda og hava eisini styrkt okkara egnu frammanundan sterku matmentan, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Á myndini síggjast Poul Andrias Ziska, kokkur, Johannes Jensen, stjóri, og Karin Wisth, víntænari, saman við Anniku Olsen, borgarstjóra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder