Mentan

Koks-manning heldur fram á Ræst og Roks

Hóast Michelin-matstovan flytir til Grønlands í tvey ár, verður partur av Koks-manningini eftir í Føroyum og fara at manna tvær matstoruv heima í Havn

Gongin heima í Havn. Til vinstru Nýggjastova, ið húsar Ræst, til høgru Fútastovu, sum í næstum letur upp fyri Roks

Gongin heima í Havn. Til vinstru Nýggjastova, ið húsar Ræst, til høgru Fútastovu, sum í næstum letur upp fyri Roks

2022-03-01 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Manningin á Koks, sum ikki verður send út til tænastu í Ilimanaq í Grønlandi, kemur komandi tíðina at rokast Heima í Havn, tí tað verður fólk við tilknýti til Michelin-heiðraðu matstovuna, sum frameftir koma at manna tær báðar matstovurnar Ræst og Fútastovu í Gongini í Havn.

Ræst varðveitir navnið, men navnið á matstovuni í Fútastovu verður Roks, eins og hon hevði eitt stutt skifti í byrjanini av korona-farsóttini.

- Tað verða kokkar og tænarar hjá Koks, sum koma at virka í hesum báðum matstovunum, greiðir Karin Visth, høvuðsvíntænari á Koks frá. Hon sigur, at tey bæði Poul Andrias Ziska leingi hava arbeitt við hesi ætlanini.

- Hetta snýr seg eisini eitt sindur um at fáa eitt støðugt virksemi í fyritøkuna. Koks er ikki virkið alt árið, og við Ræst og Roks beinleiðis tilknýttum Koks, kunnu vit nú geva okkara starvsfólki meira støðugt arbeiði, og harvið eisini halda upp á starvsfólkini, sigur Karin Visth.

Komandi tvey árini, tá Koks verður staðsett norðaliga í Grønlandi, verður ‘vertíðin’ eisini rættiliga stutt, tí virksemið er bundi av, at siglandi er til lítlu bygdina Ilimanaq sunnan fyri Ilulissat, hinumegin munnan til nógv vitjaða Ísfjørðin.

Koks letur sostatt upp 12. juni, tá tað er ísfrítt út fyri bygdina, og opið verður eina viku inn í september mánað, tá latið verður aftur fyri veturin og várið.

[object Object]Karin Visth og Poul Andrias Ziske, her saman við Jóannesi Jensen, stjóra í Gist & Vist

Poul Andrias og Karin raka yvir í Ræst

Umframt at hava ábyrgdina av matarskránni og upplivingunum á Koks í Grønlandi, koma Poul Andrias Ziska og Karin Visth komandi tvey árini eisini at vera leiðarar fyri matstovuni Ræst, sum lat aftur í núverandi líki um vikuskiftið, fyri at lata uppaftur við nýggjari “Koks-matskrá” 10. mars.

Roks letur upp 24. mars undir leiðslu av  litavanum Mantas Vaidelis, sum verður høvuðskokkur, og dananum Lars Brønden Nicolajsen, sum verður matstovuleiðari. Báðir hava arbeitt í nøkur ár á Koks, upplýsir Karin Visth.

Tað, at tað nú vera Michalin-kokkarnir, sum koma at rokast í køkinum í Nýggjustovu merkir, at maturin á Ræst verður nakað øðrvísi.

- Tað verður framvegis ræstur matur, men gestirnir kunnu rokna við eitt sindur øðrvísi matarskrá, enn teir hava uppliva hesi árini síðan Ræst lat upp. Vit ætla okkum ikki at vera so bundin av, at tað skal vera føroyskt.

Ræsing er ikki serføroyskt

- Matur verður jú fermenteraður í øðrum londum eisini. Á okkara ferðum við Koks kring heimin hava vit upplivað spennandi fermenteraðan mat frá øðrum heimspørtum. Eitt nú høvdu vit ein koreanskan kokk, meðan Koks var opin í Singapore, sum vísti okkum hvussu koreanar fermentera.

- Í løtuni arbeiðir Poul Andrias við at gera royndir við ymsum formum fyri fermentering, so at vit kunnu seta eina spennandi matskrá saman á høgum, men røstum, støði, sigur Karin Visth.

- Tað, sum vit fara at bjóða av drekkandi, fer eisini at bera brá av fermentering, leggur hon afturat.

Annars verður konseptið við, at ein bara kann keypa eina matskrá, tað sama, men ætlanin er sjálvandi, at henda matskrá skal fornýggja seg alla tíðina. 22 pláss eru á matstovuni Ræst.

Karin Vist dylir ikki fyri, at málsetningurin er, at Ræst skal gerast tann nýggja gourmet-matstovan, sum fólk fara at leita eftir í Føroyum í framtíðini.

Dentur á sjógæti og vín

Roks verður eitt sindur meira ‘casual’, tó at talan er verður um eina matstovu, har vínúrvalið verður á sera høgum støði.

- Vit hava ein rættiliga væl útgjørdan vínkjallara við góðum, saftigum, bistro-vínum og eisini dýrum vínum upp til 35.000, ja, enntá yvir 50.000 krónur fyri fløskuna. Men vit fara at leggja okkum eftir, at tað skal vera møguligt at keypa vín í glasi, so at tað ikki verður neyðugt at seta seg fyri eina heila fløsku.

Roks fer eisini at satsa upp á gestir, sum koma fyri at smakka vínið, tey hava at bjóða.

- Vit fara at innrætta loftið í Fútastovu sum vínstovu, har gestir, sum koma fyri at royna vínið,og eta smárættir afturvið, verða sessaðir. Hini koma at sita í matstovuni í neðra, har pláss er fyri 40 gestum. Møguleikarnir at velja ímillum eru tveir. Tann lítla menu’in kallast ‘ikki roksa’ tann stóra eitur ‘vit fara til stroks á Roks’.

[object Object]

Tóroddur myndar roksið

Heitini eru merkt av, at yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen, hevur staðið fyri grafiska samleikanum á hesi matstovuni. Hansara listaverk kunnu upplivast á heimasíðuni, roks.fo, har tað eisini ber til at síggja stórfingnu vínskránna.

Maturin á Roks verður sjógæti, altso fiskur og skeljadjór við meira.

Í framtíðini, tá og um Koks vendir aftur til Føroya, er ætlanin at tað skal vera eitt slag av samværi – symbiosu – millum Koks og Roks so at rávørurnar kunnu gagnnýtast í størri mun.

- Ofta vil tað vera so, at Koks bara brúkar ein lítlan part av einum fiski. Ætlanin er so, at Roks kann fáa restina, og á tann hátt koma vit at gagnnýta rávørurnar nógv betri, sigur Karin Visth.

--

Í dag klokkan 11 verður latið upp fyri borðbíleggingum á heimasíðunum raest.fo og roks.fo. Matstovurnar lata upp ávikavist 10. og 24. mars.

Herundir nakrar tekningar hjá Tóroddi Poulsen, sum eru við til at mynda samleikan hjá nýggju matstovuni, Roks: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder