Koks skal byggja við Fossdalsgjógv

Millum Syðradal og Velbastað er ætlanin at byggja nýggja matstovu til Koks. Talan er um stóra verkætlan, sum verður bygd sum ein siðbundin føroyskur býlingur

(Mynd: Dagur og vika)

(Mynd: Dagur og vika)

2020-02-07 20:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ætlanin er at nýggja matstovan hjá Koks skal byggjast við Syðradal.

Fossdalsgjógv, sum liggur millum Velbastað og Syðradal skal vera karmur um nýggja Koks, sum umfatar tíggju bygningar og skal byggjast sum ein siðbundin føroyskur býlingur.

Tað er dreymurin hjá fólkunum, sum eiga michelin-matstovuna Koks. Hetta visti Dagur & vika í kvøld.

[object Object](Mynd: Dagur og vika)

- Tá tú kemur á matstovuna verður tú ikki í iva um, at hetta er eitt nýtt byggjarí, men allur íblástur kemur úr tí siðbundna, sigur heimskendi Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, sum hevur teknað nýggju matstovuna, við Dag & viku.

[object Object](Mynd: Dagur og vika)

[object Object](Mynd: Dagur og vika)

- Hetta eru tíggju smærri hús sum smelta saman rundan um eitt tún. Úr túninum sært tú inn í hesar ymisku funktiónirnar, har tey millum annað fletta ein tarv ella tílíkt.

Talan er um tveir býlingar, ein við seyðahúsi, fjósi, hjallur og annað og so ein býlingur sum er sjálv matstovan, greiðir Ósbjørn Jacobsen, arkitektur.

Eisini er eitt úthang, ein sonevnd launge, út yvir sjálva Fossdalsgjógv. Hetta skal sum skilst vera endastøðin hjá matstovugestunum.

[object Object](Mynd: Dagur og vika)

Gist & vist hevur søkt Tórshavnar kommunu um loyvi at sleppa at byggja nýggja Koks við Fossdalsgjógv.

Jóhannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, veit ikki enn hvussu verkætlanin fer at kosta men ætlanin er at flyta inn í nýggju hølini við Fossdalsgjógv á sumri í 2022.

Síggj innslagið í Degi & viku her (Frá minutti 20:10)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder